top of page
IMG_5806.jpeg

Spyr ein lesandi

Bachelor í
søgu

Bjørk Rúnadóttir

Ráð teirra lesandi spyrja lesandi á Setrinum um lestrarlív og góð ráð. Bjørk Rúnadóttir lesur bachelor í søgu á 2. ári. 

Hvussu sær gerandisdagur út?

Ein vanligur gerandisdagur hjá mær fer við nógvari lesing. Sum søgulesandi fáa vit nógv tilfar at lesa heima og fyrireika okkum til komandi undirvísing. Vit eru ikki ofta í skúla, uml. 3. ferðir um vikuna, og tímarnir eru alt frá 2 til 4 tímar. Hetta gevur okkum eisini meira tíð at lesa heima. Tilfarið er sera ymiskt, okkurt er meira krevjandi at lesa, har okkurt er meira hugaligt at lesa. Eitt pensum til eitt fak er áleið 800-1000 síður, og uppá eitt hálvt ár (ella eitt semestur), hava vit 3 fak. Tó skal man ikki missa mótið, tá man sær hvussu nógv man skal lesa, man lærur eisini at taka tað, sum er mest umráðandi burturúr. Eisini eru tað uppgávur, sum skulu skrivast og framløgur sum skulu fyrireikast í ymiskum fakum.

Hvat er tað besta við tíni útbúgving

Tær ymisku avbjóðingarnar í teimum ymisku fakunum eru við til at menna ein. Vit hava ymisk fak, sum ger søgu til eina spennandi útbúgving, og vit læra, hvussu man arbeiður við søgu, t.d. hvussu man viðger keldur, og á 4. semestri fara vit at hava arkivkunnleika, har vit fara at læra at leita og viðgera skjøl á skjalasavninum.

Hvat er tað ringasta við tíni útbúgving

Tá vit byrjaðu at lesa søgu í 2021, høvdu vit ikki nakað søgufak. Tað hildu vit vera keðiligt, av tí at vit føldu ikki at vit lósu søgu. Tó skal sigast, at vit hava næstan bara søgu fak nú. Námsskipanin er broytt nú, so 1. árs lesandi hava eitt søgufak, tá tey byrja.

Hvørji ráð ynskir tú at geva nýggjum lesandi?

Eg havi nøkur ráð at geva komandi lesandi:
1. Ger skúlating í góðari tíð! Tað kann verða skjótt, at man kemur aftanút, um man ikki ger skúlating beinavegin. Tí viðmæli eg at koma í eina góða rútmu við sínum heimaarbeiðið.
2. Í so fall at man ikki nær at gera skúlating, viðmæli eg at fara til undirvísingina, sjálvt um man ikki er fyrireikaður til tíman. Man kann altíð innheinta lesingina aftaná, tá undirvísingin er liðug.
3. Ikki missa mótið! Tað tekur sína tíð at venja seg við tey hægru krøvini á hægri lesnaði. Man skal bara taka eitt stig á gangin, so blívur tað “lættari” við tíðini.

 

Tit eru altíð vælkomin at skriva til mín á 2021.060@student.setur.fo, um tit hava fleiri spurningar um at lesa bachelor í søgu.

bottom of page