top of page
_MG_5796.JPG

Spyr ein lesandi

Bachelor í
samfelagsvísindi

Ninna Reinert Simonsen

Ráð teirra lesandi spyrja lesandi á Setrinum um lestrarlív og góð ráð. Ninna Reinert Simonsen lesur bachelor í samfelagsvísindi á 2. ári. 

Hvussu sær gerandisdagur út?

Mín gerandisdagur er sera fjølbroyttur. Vanliga eri eg í skúla til fyrilestrar fýra dagar um vikuna í tveir til tríggjar tímar, og sum oftast er tað bert eitt fak hvønn dag. Eisini havi eg eitt lestrarstarv, sum eg haldi er sera viðkomandi fyri mína útbúgving, og arbeiði eg tann dagin, eg ikki eri í skúla. Síðani kann eg leggja restina av degnum til rættis sjálv. Tað er sera nógv at lesa meðan skúlaskeiðini eru, so ofta eri eg heima og lesi, og annars fari eg ofta til viðkomandi tiltøk, framløgur og fundir, tá tað liggur fyri. Eisini havi eg tvey børn í skúla- og barnagarðsaldri, og er tað sera praktiskt at kunna vera heima, tá tey hava frí, og at kunna heinta tey tíðliga, tá tey hava tørv á tí.

Hvat er tað besta við tíni útbúgving

Mær hevur dámt sera væl øll skeiðini, sum vit hava havt. Eg elski at læra, og eg haldi, at alt vit hava lært er sera viðkomandi og spennandi. Tað er faktisk bara eitt skeið út av níggju, sum mær hevur dámt minni væl. Og annars elski eg, at man arbeiðir intensivt við trimum skeiðum í senn, so man bara skal hugsavna seg um tað. Og so endar man skeiðini, og byrjar uppá trý nýggj. So følir man veruliga, at man kemur víðari í útbúgvingini.

Hvat er tað ringasta við tíni útbúgving

Mær dámar veruliga alt sera væl, og tað einasta eg haldi er keðiligt er, at so nógv detta burturfrá. Tað kann sjálvandi vera tað rætta fyri tey sum velja at melda frá, men eg haldi, tað er keðiligt fyri tey, sum eru eftir, at so nógv detta burturfrá, tí talið er alt ov høgt.

Hvørji ráð ynskir tú at geva nýggjum lesandi?

Tað er sera krevjandi at lesa víðari lesnað. Tað er sera nógv at lesa, onkuntíð 200 síður um vikuna bara í einum faki. So tí kann tað vera sera hart, serliga í byrjanini. Men man finnur ein máta at lesa skjótt uppá, og tað loysir seg veruliga at koma út á hini síðuni við eini universitetsútbúgving. So mítt besta ráð er at hanga í, og møta upp til allar tímarnar, serliga um man ikki megnar at lesa alt man hevði fyri. Og so er tað næstan tveir mánaðir feria ímillum hvørt semestur, har man kann hvíla seg, gera okkurt annað og samla sær mót uppá at byrja næsta semestur.

bottom of page