top of page

Reglugerð

Reglugerð viðvíkjandi umboði teirra lesandi í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya (stýrið) skal hava eitt umboð fyri tey lesandi. Hetta umboðið verður valt millum limirnar í Ráði teirra lesandi (RTL) á hvørjum ári, og viðkomandi skal umboða tey lesandi vegna RTL eftir ásettum treytum.

§ 1 Val av umboði

Umboðið fyri tey lesandi og eitt varaumboð skulu veljast beint eftir, at ráðið hevur skipað seg aftaná aðalfundin, og úrslitið skal kunngerast í seinasta lagi 1. november á hvørjum ári.

Stk. 2. Í útgangsstøðinum hevur ráðslimurin við flest atkvøðum til ráðsvalið fyrsta rætt til stýrissessin, men kann siga henda rætt frá sær. Sigur viðkomandi sessin frá sær, skal formlig atkvøðugreiðsla vera um báðar sessirnar, annars bert um varasessin. Ráðið kann eisini velja at lata fyrstarættin fara og hava formliga avgreiðslu um báðar sessirnar, um skikkaður meiriluti (2/3 av øllum limunum) er fyri hesum.

Stk. 3. Allir ráðslimir eru valbærir til atkvøðugreiðslu, og allir hava eina atkvøðu til hvønn sess, ið veljast skal til. Her kann fráfarandi forfólk avgera valið, um valið er javnt.

Stk. 4. Um eingin sjálvboðin stillar upp, eru allir limir í uppskoti.

Stk. 5. Formlig atkvøðugreiðsla kann bert avgreiðast, um ráðið er møtt fullmannað, ella allir ráðslimir luttaka í atkvøðugreiðsluni á onkran hátt.

Stk. 6. Valda umboðið til stýrið skal veljast við skikkaðum meiriluta (2/3 av samlaðu atkvøðunum) fyri at taka stýrissessin. Varaumboðið verður tann við næstflest atkvøðum.

Stk. 7. Ráðið avger, hvussu atkvøðugreiðslan fer fram, og úrslitið skal skrásetast og fráboðast Lestrarskrivstovuni og stýrinum.

§ 2 Umboðsskifti og misálit

Í útgangsstøðinum situr ráðslimurin, sum fær stýrissessin (umboðið), alla setanina, men undir ávísum umstøðum kann varaumboðið taka við, ella veljast kann av nýggjum.

Stk. 2. Um umboðið av ávísum orsøkum ikki kann røkja stýrissessin, skal viðkomandi boða RTL frá sum skjótast, og varaumboðið skal taka við. Er talan um avmarkað tíðarskeið, verður hetta at rokna sum eitt farloyvi, og sessurin fellur til varaumboðið hetta tíðarskeiðið.

Stk. 3. Um umboðið gevst við lestrinum í ótíð, skal viðkomandi boða RTL frá skjótast gjørligt, og varaumboðið skal taka við.

Stk. 4. Um mett verður, at umboðið virkar í stríð við viðtøkur og reglugerðir á Setrinum ella í RTL, kann ráðið reisa misálit á viðkomandi. Verður misálit reist, skal atkvøðast um tað, og avgerðin skal hava skikkaðan meiriluta (2/3 av ráðnum). Verður misálitið viðtikið, skal varaumboðið taka við.

Stk. 5. Um varaumboðið verður biðið at taka við, men av ávísum orsøkum ikki kann røkja stýrissessin, skal viðkomandi boða RTL frá sum skjótast, so veljast kann av nýggjum.

Stk. 6. RTL hevur skyldu at tryggja, at stýrið er kunnað, um varaumboðið verður biðið um at taka við, ella um valt verður av nýggjum. Verður valt av nýggjum, skal Lestrarskrivstovan eisini hava fráboðan.

§ 3 Virksemi og leikluturin hjá umboðnum

Umboðið skal umboða áhugamálini hjá øllum lesandi á haldgóðan hátt og í samráði við RTL. Stk. 2. Umboðið hevur skyldu at virka í samsvari við avgerðir og semjur hjá RTL.

Stk. 3. Umboðið hevur skyldu at boða RTL frá, tá kallað verður til stýrisfund, soleiðis at ráðið saman kann fyrireika og viðgera tað, sum verður tikið upp til stýrisfundin, og kann leggja fram uppskot til skránna.

Stk. 4. Umboðið hevur skyldu at møta til allar ráðsfundir, um ikki serligar umstøður forða hesum. Er umboðið fráverandi til tveir ráðsfundir á rað uttan fráboðan ella frágreiðing, kann ráðið viðgera, um umboðið skal metast at vera í farloyvi, og um varaumboðið skal taka við.

Stk. 5. Umboðið hevur skyldu at møta til allar stýrisfundir, um ikki serligar umstøður forða hesum. Ber ikki til at møta, skal umboðið boða frá sum skjótast og fáa varaumboðið inn fyri seg. Er umboðið fráverandi tveir stýrisfundir á rað uttan at boða frá og/ella fáa varaumboðið inn fyri seg, verður viðkomandi mettur at vera í farloyvi, og varaumboðið tekur við.

§ 4 Samsýning

Umboðið fær eina fasta samsýning hvønn mánað alla setuna, og varaumboðið fær fundarpening fyri hvønn fund, viðkomandi verður kallað inn til.

Stk. 2. Um umboðið fer í farloyvi í meira enn eina mánað, fellur fasta samsýningin til varaumboðið ella tann, sum tekur stýrissessin í farloyvisskeiðinum.

Endurskoðaða reglugerðin verður løgd fyri eykaaðalfundin hjá Ráði teirra lesandi fríggjadagin 12. mei 2023

bottom of page