top of page

Reglugerð

Reglugerð fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya

Ráð teirra lesandi (stytt RTL) er umboðandi eind teirra lesandi á Setrinum. Ráðið er mannað við umboðum av øllum deildum Setursins og hevur til endamáls at umboða áhugamál teirra lesandi á Setrinum í sambandi við lestur og lestrarumhvørvi.

§ 1 Aðalfundurin

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá Ráði teirra lesandi og kann viðgera øll viðurskifti, ið viðkoma virkisøkinum og endamálinum hjá ráðnum.

Stk. 2. Forfólk ráðsins kallar inn til aðalfund, ið skal vera eftir lestrarársbyrjan og í seinasta lagi 30. september. Í minsta lagi 3 vikur frammanundan skal innkalling sendast við telduposti til øll lesandi.

Stk. 3. Á hvørjum aðalfundi skulu niðanfyri nevndu punkt vera á skrá:

  • Val av orðstýrara og skrivara

  • Ársfrágreiðing formansins

  • Fíggjarstøða

  • Nevndarval

  • Innkomin uppskot

  • Ymiskt

    Stk. 4. Uppskot til aðalfundin skulu sendast til RTL í seinasta lagi tvær vikur undan fundinum. Tilskilast skal í fundarinnkallingini, hvussu uppskot verða send ráðnum.

    Stk. 5. Forfólkið skal skriva eina ársfrágreiðing, ið skal lýsa virksemi ráðsins farna árið og møguligar framtíðarætlanir. Ársfrágreiðingin skal leggjast fyri aðalfundin, og Lestrarskrivstovan skal hava eitt eintak at leggja á heimasíðuna.

    Stk. 6. Øll, ið eru lestrarvirkin í mánaðinum, aðalfundurin verður hildin, hava atkvøðurætt á aðalfundinum.

    Stk. 7. Eykaaðalfundur kann verða hildin, um meiriluti av RTL atkvøðir fyri hesum. Lesandi kunnu heita á RTL um at halda eykaaðalfund. Eykaaðalfundurin hevur somu heimildir sum aðalfundurin.

    Stk. 8. Innkalling til eykaaðalfund skal sendast í seinasta lagi tvær vikur undan fundinum. Innkomin uppskot skulu sendast til RTL eina viku undan fundinum. Á eykaaðalfundinum skulu hesi punkt vera á skrá:

  • Val av orðstýrara og skrivara

  • Innkomin uppskot

  • Ymiskt

§ 2 Skipan av ráðnum

Skipanarfundur í RTL skal vera í seinasta lagi eina viku eftir aðalfundin. Tað er sitandi forfólk, sum kallar inn til fund og stjórnar fundinum.

Stk. 2. Á skipanarfundi gevur fráfarandi forfólk nývalda ráðnum frágreiðing um virksemi og skyldur ráðsins. Síðan verður ein av nýggju ráðslimunum valdur til nýtt forfólk. Nýggja forfólkið tekur yvir stjórnani av fundinum, og fráfarandi forfólk fer formliga úr sessinum.

Stk. 3. Ráðið skal skipa seg við forfólki, skrivara og kassameistara. Ráðið velur sjálvt, um tað setur aðrar sessir, so sum varaforfólk.

Stk. 4. Tá ráðið er skipað, skal nýggja forfólkið boða Lestrarskrivstovuni frá, hvussu ráðið er skipað, og hesi skulu í felag tryggja, at tað verður lýst á heimasíðu Setursins. Fráboðan um nýggja ráðið skal eisini lýsast á sosialu miðlum ráðsins.

Stk. 5. Fundarætlan skal leggjast fyri árið.

Stk. 6. Á fyrsta fundi eftir skipanarfundin skal nýggja ráðið leggja eina arbeiðsætlan fyri ráðsvirksemið í lestrarárinum. Hetta eigur yvirskipað at umfata regluligt samskifti við Setursleiðsluna við samstarvsfundum, hvørji tiltøk og átøk RTL í høvuðsheitum ætlar at skipa fyri og fíggjarætlan fyri lestrarárið.

§ 3 Mannagongd fyri fundarvirksemi

Eina viku áðrenn fund skal forfólkið senda út fundarskrá. Ráðslimir hava rætt til at seta mál á skrá, og hesi mál skulu takast við, um mett verður, at tey eru viðkomandi fyri virkisøkið og endamálið hjá ráðnum.

Stk. 2. Føst mál á fundarskránni skulu vera:

  • Góðkenning av fundarskrá

  • Góðkenning av fundarfrágreiðing frá seinasta fundi

  • Fíggjarstøða

  • Høvuðsevni á skrá, ásett áðrenn fundin

  • Ymiskt

    Stk. 3. Er bráðtørvur á fundi, skal forfólkið kalla inn í seinasta lagi tveir samfullar dagar frammanundan.

    Stk. 4. Tríggjar yrkadagar eftir fund skal skrivarin hava fundarfrágreiðingina lidna, sum ráðslimir skulu kunna gera viðmerkingar til. Fundarfrágreiðingar skulu goymast á felags KT-palli, har allir limir hava atgongd. Stytt útgáva av fundarfrágreiðingum skal leggjast á heimasíðuna. Stytta útgávan skal sendast Lestrarskrivstovuni, ið leggur hana á heimasíðuna.

    Stk. 5. Øll verandi lesandi hava rætt til at biðja um innlit í upprunaligu fundarfrágreiðingarnar. Allar persónligar, viðkvæmar upplýsingar ella trúnaðarupplýsingar eiga at takast úr fundarfrágreiðingini, áðrenn tann lesandi fær slíkt innlit.

    Stk. 6. Ráðslimur hevur rætt til at biðja um at fáa fund settan, um neyðugt.

Stk. 7. Er mál, sum krevur atkvøðugreiðslu, skal atkvøðast. Atkvøðugreiðslan kann gerast loynilig í almennum skjølum, um ráðslimur setur fram ynski um tað, og ráðið semist um hetta. Stendur á jøvnum, er forfólksins atkvøða galdandi. Hevur atkvøðugreiðsla verið, skal hetta viðmerkjast í fundarfrágreiðingina, umframt úrslitið av henni.

Stk. 8. Bert ráðslimir hava atkvøðurætt á fundi. Nærri reglur fyri umboð teirra lesandi í stýrinum eru tilskilaðar í Viðtøkum fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya §1. Stk. 3. Er umboð teirra lesandi í stýrinum valt sum limur í RTL, varðveitir hesin tó sína støðu sum ráðslimur.

Stk. 9. RTL kann bjóða øðrum við á fund, um mett verður, at viðkomandi kann lýsa mál á ein hátt, sum RTL ikki kann. Viðkomandi hevur tó ikki atkvøðurætt.

§ 4 Val av RTL

Umboð verða vald í RTL fyri 1 ráðsár. Ráðsár er at skilja sum tíðin millum tveir aðalfundir (her er ikki talan um møguligar eykaaðalfundir). Tó verður forfólkið sitandi til skipanarfundin í komandi ráðsári.

Stk. 2. Valið fer fram eitt ásett tíðarskeið og endar á aðalfundi hjá RTL. Mannagongd fyri, hvussu valið er skipað, stendur í Mannagongd fyri vali av umboðum í Ráð teirra lesandi (RTL) á Fróðskaparsetri Føroya (Stytt MFV).

Stk. 3. Tvey umboð skulu finnast fyri hvørja deild. Um ikki tvey fólk eru uppstillað fyri ávísa deild, kann annar av sessunum falla til aðra deild, nærri tilskilað í MFV.

Stk. 4. Um deild ikki er umboðað eftir aðalfundin hjá RTL, skal ráðið royna at finna umboð fyri hesa deild.

Stk. 5. Um umboð verður funnið fyri eina deild, ið manglar umboð, eftir at valið hevur verið, skal RTL lýsa við hesum um Lestrarskrivstovuna. Lestrarskrivstovan sendir teldupost til øll lesandi við boðum um, at tey fáa eina viku at boða frá, um tey vilja mótmæla, at viðkomandi fær sessin. Mótmælt verður við at senda beinleiðis boð til RTL. RTL viðger mótmælið og tekur endaliga avgerð um, hvørt mótmælið talar fyri, at viðkomandi ikki skal fáa sessin. Kemur einki mótmæli innan ásettu freistina, skal RTL geva viðkomandi sessin uttan víðari viðgerð. Verður nýtt umboð sett í sess, skal hetta lýsast.

Stk. 6. Velur umboð at siga sessin frá sær í ráðsárinum, verður varaumboð set í staðin, um gjørligt. Umboð boða forfólkinum frá, um tey vilja siga sessin frá sær. Umboðið eigur tó ikki at siga sessin frá sær eftir 1. juni.

Stk. 7. Ein og hvør valførur persónur kann kæra um hildið val. Kæran skal verða latin RTL skrivliga innan fimm yrkadagar, eftir at úrslitið er kunngjørt. RTL tekur saman við Lestrarskrivstovuni støðu til kæruna innan eina viku. Avgerð teirra er endalig.

§ 5 Ráðsarbeiði

RTL skal umboða áhugamálini hjá teimum lesandi. Harumframt arbeiðir ráðið við lestrarpolitikki, - umhvørvi og -trivnaði og skipar fyri viðkomandi tiltøkum og átøkum.

Stk. 2. Lesandi kann leggja mál fyri ráðið við at senda ráðnum ein teldupost.

Stk. 3. RTL skal viðgera mál, ið lesandi leggja fram fyri ráðið, uttan so at mett verður, at tey eru uttan fyri virkisøkið og endamálið hjá RTL.

Stk. 4. Mál, ið lesandi leggur fram, skal á skrá á næsta fundi sambært fundarætlanini. Stk. 5. Øll tiltøk, sum RTL skipar fyri, skulu vera fyri øll lesandi á Setrinum.

Stk. 6. Um Setrið vil hava umboð fyri lesandi í nevnd/bólk, hevur RTL skyldu at finna ein lim. Hetta er treytað av, at arbeiðið er viðkomandi fyri lesandi.

§ 6 Umboð teirra lesandi í stýrinum

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya (stýrið) skal hava eitt umboð fyri tey lesandi, og hetta umboðið umframt eitt varaumboð skal finnast millum limirnar í RTL.

Stk. 2. Samstundis sum ráðið skipar seg eftir valið, skal ráðið eisini semjast um, hvør teirra skal umboða tey lesandi í stýrinum.

Stk. 3. Umboðið situr í stýrinum ráðsárið og hevur skyldu at umboða tey lesandi vegna RTL hetta tíðarskeið.

Stk. 4. Nærri ásetingar um, hvussu umboðið skal veljast og tess leiklut, standa í Reglugerð viðvíkjandi umboði teirra lesandi í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

§ 7 Bygnaður og samstarv

Er ivi millum ásetingar í ymisku bygnaðarskjølunum, verður henda raðfestingin nýtt:

  1. Viðtøkur fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.

  2. Reglugerð fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.

  3. Mannagongd fyri vali av umboðum í Ráð teirra lesandi (RTL) á Fróðskaparsetri Føroya.

  4. Reglugerð viðvíkjandi umboði teirra lesandi í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Stk. 2. RTL kann samstarva við aðrar felagsskapir, ið arbeiða fyri somu áhugamálum sum RTL.

Endurskoðaða reglugerðin verður løgd fyri eykaaðalfundin hjá Ráði teirra lesandi fríggjadagin 12. mei 2023

bottom of page