Mannagongd
Mannagongd fyri vali av umboðum í Ráð teirra lesandi (RTL) á Fróðskaparsetri Føroya
Samsvarandi § 4 í Reglugerð fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya verður boðað frá, at mannagongdin fyri vali av umboðum í ráðið er henda:
§ 1 Grundleggjandi ásetingar
Umboð verða vald fyri eitt lestrarár, og skipast skal fyri vali eina ferð um árið.
Stk. 2. Valið verður skipað eftir lestrarársbyrjan og í seinasta lagi 30. september.
Stk. 3. Ráðið er skipað við í mesta lagi 10 sessum umframt møguligum varaumboðum.
§ 2 Valrætt og valbæri
Øll lesandi, sum eru innskrivað á Setrið tann fyrsta í mánaðinum, sum valið fer fram, hava valrætt og eru valbær.
§ 3 Skipan av valinum
RTL skipar fyri valinum eftir hesum leisti:
-
1) RTL ásetur, nær valið verður, og kunnger hetta í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn, valið byrjar.
-
2) Valið fer fram í minsta lagi í tvær vikur, og síðsta freist at velja skal vera sama dag, sum aðalfundurin hjá ráðnum er.
-
3) RTL tryggjar, at øll lesandi verða kunnað um møguleikan at stilla upp.
-
4) Tey, ið vilja stilla upp til val, lata RTL váttan um uppstilling í seinasta lagi eina viku áðrenn, valið byrjar.
i. Um færri stilla upp, enn tað eru sessir í Ráðnum, ber til at stilla upp, eftir at valið er byrjað, undir ávísum treytum.
-
Tíðarskeiðið at velja verður ikki longt.
-
Deildin hjá valevninum skal hava færri valevni, enn deildin hevur sessir.
-
RTL skal saman við Lestrarskrivstovuni náa at vátta valbærið áðrenn aðalfundin.
-
5) RTL góðkennir vallistan, eftir at Lestrarskrivstovan hevur váttað valbærið hjá valevnunum.
-
6) RTL skal saman við Lestrarskrivstovuni tryggja, at øll lesandi fáa vallistan sendan til sín lestrarteldupost, og at tey kunnu lýsa við honum á øðrum miðlum.
-
7) RTL tryggjar, at øll lesandi við valrætti hava møguleika at velja.
-
8) Valið skal skipast í tveimum pørtum.
-
Fyrst verður valt eftir deild, og har kann tann lesandi seta upp til tveir krossar, ið skulu setast
á valevni frá egnari deild.
-
Síðan verður valt á einum felagslista, har øll lesandi hava 1 atkvøðu.
-
Valevnini við flest atkvøðum á sínari deild á deildarlistanum fáa sessirnar hjá deildini.
1/2
-
-
Um sessir enn eru eftir í ráðnum, eftir at deildarvalið er upptalt, fáa valevnini við flest atkvøðum á felagslistanum tøku sessirnar. Hvør deild skal í mesta lagi hava 3 ráðslimir, um ikki serligar umstøður tala fyri, at tey fáa ein fleiri. Bert ein av sessunum hjá deildini kann latast aðrari deild á henda hátt.
-
Tey uppstillaðu, ið ikki verða vald, kunnu gerast varaumboð í ráðnum. Varasessir verða tá givnir eftir, hvør hevði størsta tal av atkvøðum á sínari deild.
9) RTL telur atkvøðurnar upp á aðalfundinum og kunnger valúrslitið fyri øllum lesandi í seinasta lagi tríggjar yrkadagar eftir, at valið er avgreitt.
i. Um ikki ber til at avgreiða valið innan ásetta tíð, ella broytingar koma fyri, eftir at úrslitið var kunngjørt, skal RTL kunna um hetta skjótast gjørligt.
Endurskoðaða mannagongin verður løgd fyri eykaaðalfundin hjá Ráði teirra lesandi fríggjadagin 12. mei 2023