top of page
327974653_723147772726316_7387027702294747272_n.jpg

Birita Matras Petersen

Søgulesandi

Ritgerð

Leikluturin hjá kvinnum í familjuni í Føroyum: 1900 til 1940.

Kvinnur og spurningar um, hvønn leiklut kyn hevur havt í fortíðini fylla lutfalsliga lítið í føroysku søguskrivingini. Orsakað av, at størri dentur hevur verið lagdur á økir, har kvinnan í minni mun hevur verið sjónlig, standa vit eftir við eini kámari mynd av fortíðarinnar kvinnu í Føroyum.

Strukturelt verður kvinnan í nútíðarsamfelagnum javnan mett sum høvuðspersónurin í heimliga umhvørvinum, og við støði í gransking tykist, at føroyska samfelagið framvegis er merkt av ráðandi fatanini av manninum sum uppihaldara í familjuni. Sum søgulesandi er freistandi at spyrja, hvørjar møguligar søguligar røtur liggja aftanfyri hesa fatanina.

Hugtikin av hesum spurninginum, viðgjørdi eg kynsbýti í familjuni og konstruktiónina av leiklutinum hjá kvinnum í familjuni í tíðarskeiðinum 1900 til 1940 í míni bachelor-ritgerð, sum eg skrivaði í 2022.

Í greiningini brúkti eg innsavningartilfar, sum Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, skipaði fyri í sambandi við bókina Fiskafólk, ið varð givin út í 1982. Innsavningartilfarið fevndi um samrøður við kvinnur í Føroyum umframt svarað spurnabløð, har tær við sínum egnu orðum og upplivingum greiddu frá føroyska samfelagnum í tíðarskeiðinum uml. 1900 til uml. 1940.

Endamálið við ritgerðini var at kanna, hvussu tær lýstu sín leiklut í familjuni, og í øðrum lagi var endamálið at kanna, hvussu konstruktiónin av teirra leikluti í familjuni kom til sjóndar í sosialiseringini í barna- og tannárunum hjá teimum. Yvirskipað tók ritgerðin støði í kynssøgu við sosialkonstruktivismu sum ástøðiligt grundarlag. Viðgerðin hevði eina tvørvísindaliga tilgongd, har eg brúkti søgufrøðiligt háttalag og tematiska greining.

Við menningini í fiskivinnuni um aldaskiftið 1900 varð arbeiðið hjá monnum flest flutt út á havið, og hetta hevði við sær, at fleiri menn í Føroyum vóru burtur helmingin av árinum. Kvinnurnar, sum sótu eftir gjørdust sostatt bæði faðir og móðir í familjuni, har tær skuldu taka sær av arbeiði innandura sum uttandura.

Arbeiðsbýtið í familjuni hevði kortini við sær, at kvinnan í høvuðsheitum var ráðandi í heimliga umhvørvinum, meðan maðurin var ráðandi uttanfyri heimið. Í sambandi við barnaansing og barnaumsorgan vísir ritgerðin á, at kvinnurnar hava í ávísum førum ikki verið í løntum starvi, meðan børnini vóru smá. Aðrar kvinnur vísa á, at tær hava havt onnur at taka sær av børnunum, tá tær arbeiddu uttandura ella í fiskaarbeiði.

Samanumtikið tykist, at kvinnurnar í barna- og tannárum hava havt ein týðandi leiklut í arbeiðinum heima við hús. Serliga hava tær tikið sær av uppgávum, so sum barnaansing og barnaumsorgan, matgerð og reingerð. Viðgerðin vísir sostatt á, at kvinnurnar sum dóttir í familjuni vórðu sosialiseraðar til at hava ábyrgd av húsliga arbeiðinum.

Flestu kvinnurnar vóru í tannárunum, tá tær fóru í lønt starv. Kynsbýtið og konstruktiónin av ávísum leiklutum kemur til sjóndar í tannárunum, har gentur í høvuðsheitum arbeiddu á landi í fiskaarbeiði ella fóru at tæna, meðan dreingir fóru til skips. Uppgávurnar hjá gentum, sum tæntu, vóru í høvuðsheitum uppgávur hoyrandi heiminum til, so sum matgerð, barnaansing og barnaumsorgan, reingerð og rudding. Við støði í hesum vísir ritgerðin á, at kvinnurnar - eisini í arbeiði í tannárunum - vórðu sosialiseraðar til at gerast høvðspersónurin í heimliga umhvørvinum. Eisini vórðu kvinnurnar, sum í tannárum fóru í fiskaarbeiði, sosialiseraðar til fiskavirking, ið varð mett sum kvinnuarbeiði í tíðini.

Harafturat var hjúnastøðan avgerandi fyri teirra leiklut í familjuni og møguleikar yvirhøvur. Við hjúnabandinum gjørdust tær staðbundnar, tættari knýttar at heiminum og húsliga arbeiðinum. Hetta markeraði skiftið frá støðuni sum sjálvstøðug til staðbundin. Í ungum aldri fyrireikaðu tær seg til hjúnabandið við eitt nú at seyma, binda, brodera útstýr ella savna sær pening í fiskaarbeiði til útstýr ætlað hjúnabandinum. Hetta staðfestir, at tær sjálvar vóru tilvitaðar um, at tað varð væntað av teimum, at tær skuldu gerast kona og móðir.

bottom of page