top of page
Billede af jon bagnato

Setrið sum lopfjøl

Kandidat á Københavns Universitet

Niels Arge

Niels Arge er 25 ára gamalur, og uppvaksin í Hoyvík. Hann valdi at taka eina kandidatútbúgving á Københavns Universiteti, eftir at hann varð liðugur við bachelor í búskaparfrøði og virkisfrøði á Setrinum. Hann varð liðugur við útbúgvingina í oktobur 2022. Vit hava spurt hann, hvussu skiftið var frá lítla universitetinum í Føroyum til eitt altjóða universitet í Keypmannahavn. 

Hví valdi tú at lesa á Setrinum?

Eg var júst liðugur við mína handilsskúlaútbúgving og tráðaði eftir at lesa víðari. Fróðskaparsetur Føroya bjóðaði eina nýggja útbúgving út. Hetta var so ein bachelorútbúgving í búskaparfrøði og virkisfrøði. Hetta passaði væl til tað, sum eg vildi útbúgva meg innan fyri. Eg var ikki klárur til at nema mær eina útbúgving í útlandinum, tí eg var einans 18 ára gamal og var ikki nóg búgvin. Tá eg hugsi aftur á mína avgerð at lesa á Setrinum, so er tað serliga eitt, eg komi at hugsa um. Um Setrið ikki hevði ment seg og bjóða hesa nýggju útbúgvingina, so hevði eg nokk aldrin valt at lisið í Føroyum. Tað er tí týdningarmikið, at menningin av Fróðskaparsetrinum verður raðfest høgt av politisku skipanini.

Hvussu kendist skiftið frá Setrinum og til Københavns Universitet

Skiftið frá Setrinum til Københavns Universitet kendist sera stórt. Eg flutti frá einum oyggjasamfelag til ein stórbý í einum øðrum landi. Heima í Føroyum búði eg hjá mammu og babba, hevði egnan bil og gekk í einum lítlum flokki, har øll vóru tøtt. Tilveran broyttist fullkomiliga, tá eg flutti niður. Eg fekk egið kamar á einum skúlaheimi og skuldi nú súkkla aftur og fram í skúla. Hóast tað var nýtt og fremmant at flyta, so vóru umstøðurnar so mikið góðar, at tað var lætt at fella til. Tað var lætt at finna lestraríbúð - SU er væl hægri enn føroyski lestrarstuðulin, man kann fáa bústaðarstuðul og lestrarlívið er sum heild sosialt og lívligt.

Hvat var gott á setrinum í mun til Københavns Univsitet?

Tað er heilt fantastiskt at kunna lesa í sínum egna landi. Flokkarnir vóru lutfalsliga lítlir - vit byrjaðu 25 í mínum flokki. Tað var tí lætt at fáa eitt gott samanhald í flokkinum og knýta samband við undirvísarnar. Vit í flokkinum fingu eisini ofta høvið at avgera saman við undirvísaranum, hvat vit skuldu viðgera í tímanum. Tað besta við at lesa í Føroyum er, at útbúgvingin tekur atlit til føroysk viðurskifti. Í mínum føri merkti tað, at vit fingu høvi at viðgera føroyskar fyritøkur og politisk viðurskifti í Føroyum sum eitt nú tann nógv umstriddi fiskivinnupolitikkurin. Eg helt tað vera sera gevandi at viðgera búskaparfrøðiliga ástøði í føroyskum konteksti, tí tað gjørdi meg væl brynjaðan til at skilja og luttaka í almennum kjakum.

Hvat er gott á nýggja Københavns Universitet í mun til setrið?

Universitetskampussið var kempistórt í mun til lítla skrivsstovubygningin yvir av Kiosk Aktiv í Jónas Broncksgøtu. Sum nakað nýtt hevði eg atgongd til stórar lesisalir, bókasøvn og grøn øki á universitetsøkinum. Kantinurnar høvdu stórt úrval við bæði lekrum og heilsugóðum, og so kundi man keypa kaffi - størsta orkukeldan hjá lesandi - til ein sømiligan prís (7 kr,- fyri koppin áðrenn inflasjónina). Tað besta við universitetskampussinum var, at tað var savnandi. Ikki spjatt og avbyrgt sum í Føroyum. Eg fegnist tískil at síggja, at føroyskir politikkarar nú endiliga velja at raðfesta eina nýggja kampussætlan. Sum heild virkaði alt meira skipað á Københavns Universitet. Københavns Universitet bjóðaði eitt nógv størri úrval av skeiðum. Skeiðslýsingarnar vóru greiðar. Vit vistu til dømis altíð áðrenn vit valdu eitt skeið, nær vit skuldu upp til próvtøku, um próvtøkan var munnlig ella skrivlig og so framvegis. Tað var eisini heilt greitt, hvat eg kundi brúka mína útbúgving til. Á Københavns Universiteti eru eisini nógv altjóða lesandi. Tey komu við nógvum nýggjum sjónarmiðum í undirvísingini, sum undirvísarir og vit onnur lesandi annars ikki høvdu komið við. Fjølbroytni hevur ríkað mína uppliving á universitetinum sera nógv. Danmark er við í Erasmus+ skiftislestrarskipanini, og tí er tað lætt hjá evropeiskum lesandi at fara á skiftislestur í Danmark, samstundis sum tað er lætt hjá lesandi í Danmark at fara á skiftislestur í øðrum evropeiskum londum. Mín vón er, at hetta eisini verður veruleiki fyri Fróðskaparsetrið í framtíðini. Øll hesi atlitini fáa meg við hvørt at hugsa hví valdi eg yvirhøvur at lesa í Føroyum?

- Hvørji ráð vilt tú geva einum, sum vil til Danmarkar at taka sín master?

Fyrireika teg til at flyta! Fyri at fáa mest burturúr er smart at byrja at fyrireika seg í minsta lagi eitt ár, áðrenn tú ætlar tær flyta til títt lestrarland. Tað kann tykjast sum nakað tíðliga at byrja, men tú skalt vænta nógvar tíðarfreistir og bíðirøðir. Keypmannahavn er ein sera eftirspurdur býur í Danmark. Hetta merkir, at tað er sera torført at finna bústað. Eg brúkti s.dk og kollegierneskontor.dk til at skriva meg upp til skúlaheim (kollegie), men á teimum flestu skúlaheimunum skal man vera á bíðilista í meira enn eitt ár, áðrenn man fær bjóðað eina íbúð ella kamar. Eg endaði tí sum nógv onnur lesandi ikki við at hava nakað stað at búgva, tá lesnaðurin byrjaði. Umframt íbúð er so nógv annað man skal hugsa um: SU, stipendie mitID, adressu, skattaviðurskifti (skattafrádráttur), trygging, banki, fakfelag, A-kassi, telefonhald og tann langi listin stegðar ikki aftur… Tað hjálpti mær nógv at spyrja vinfólk, hvat tey høvdu, og hvussu tey gjørdu í mun alt tað ymiska. Um man hevur tørv á ráðgeving, kann man altíð venda sær til Ráðgevingina fyri Føroyingar í Keypmannahavn. Heimasíðan er sera góð og hevur nógvar hentar upplýsningar til føroysk lesandi í Danmark.

Netverka tá tú ert heima! Tá tú ert heima í feriu, so er tað upplagt at netverka. Føroyskir arbeiðsgevarar eru sera áhugaðir í lesandi, men duga eftir mínum tykki ikki nóg væl at røkka út til tey við millum annað at bjóða viðkomandi lestrar- og summarstørv, starvsvenjing og samstarv at skriva uppgávur og ritgerðir. Man fær ikki nógv burturúr at bíða eftir einum møguleika, tí hann kemur ikki av sær sjálvum. Tú mást sjálv/ur seta teg í samband við arbeiðsgevaran og greiða frá, hvørjar førleikar tú hevur, og hvat tú kanst bjóða fyritøkuni. Tú kanst til dømis ringja, skriva ein teldupost ella brúka Linkedin. Jobmatch, ið vanliga er millum jól og nýggjár, er eitt upplagt tiltak at netverka og møta arbeiðsgevaran andlit til andlits. Til Jobmatch kanst tú bíleggja eitt JobPrát, har tú eitt nú kann tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar ella samstarfv um skrivligar uppgávur í sambandi við lesnaðin.

 

Mítt síðsta ráð er bara at njóta tað! Tað kann man ofta gloyma, tá man hevur so nógv at gera.

bottom of page