top of page

Ritgerð

318992293_10223170474710509_3727147179821599853_n.jpg

Paul Kjartan Matras

Registarskifti hjá miðnámsskúlanæmingi

Í 2020 skrivaði eg mína bachelorritgerð í føroyskum, har eg kannaði registarskifti hjá einum føroyskum miðnámsskúlanæmingi. Ritgerðin var ein kvalitativ kanning av registarskifti hjá einum miðnámsskúlanæmingi á Glasi. Kanningin varð gjørd við sjálvupptøku, har næmingurin hevði upptakara uppi á sær gjøgnum ein skúladag.

Endamálið við ritgerðini var í fyrsta lagi at fáa svar upp á spurningin: Hvussu skiftir miðnámsskúlanæmingurin millum registur gjøgnum ein skúladag, og hvat ávirkar hesi skifti? Og í øðrum lagi, at meta um háttalagið við sjálvupptøkum, og hvussu tað røkkur endamálinum um at kanna registarskifti.

Registar verður vanliga týtt til stíllag á føroyskum, men hetta meti eg vera ein ov smøl týðing, tí registar fevnir um meira enn bara høgan og lágan stíl.

 

Registar sipar til orðavalið, sum verður brúkt í einum ávísum samanhangum ella bólkum, tá tosað verður um ávís evni, t.d. kann hetta vera ymisk fakmál, ungdómsmál, gamaramál ella okkurt heilt annað. Endamálið við kanningini var at síggja, hvussu ein ungur føroyingur broytir orðaval, alt eftir hvønn hon tosar við, hvat tosað verður um. Avbjóðingin við hesum er tann sokallaða eygleiðaraandsøgnin, ella á enskum The Observer’s Paradox.

 

Eygleiðaraandsøgnin er, at fólk bera seg ikki líka at, tá ið tey verða eygleidd, sum tey gera til dagligt, og fyri at kanna, hvussu fólk bera seg at, tá ið tey ikki verða eygleidd, er neyðugt at eygleiða tey.

 

Tí valdi eg háttalagið sjálvupptøku, sum er tað, at heimildarfólkið ger upptøkuna sjálvt, meðan kanningarfólkið ikki er til staðar. Tað gekk soleiðis fyri seg, at heimildarkvinnan fekk eitt upptøkutól fest á seg um morgunin og upptók so ein heilan skúladag á Glasi. Síðan kom eg aftur eftir upptøkutólinum, tá ið skúladagurin var liðugur. Úrslitið var ein 5 tíma og 46 minutta lang upptøka, sum eg síðan greinaði og býtti upp í einstakar samrøður.

Urslitið av kanningini var, at samrøðupersónur, samrøðuevni og samteksturin rundan um samrøðuna hevði ávirkan á, hvat registar heimildarkvinnan brúkti. Tá ið hon tosaði  við sínar floksfelagar í fríkorterinum tosaði hon ungdómsmál, tá hon tosaði við lærarar og luttók í tímanum gjørdist málið meira formelt, og minni av slag og ungdómsorðum vórðu brúkt.

Ein floksfelagi hjá heimildarkvinnuni hevði verið úti fyri einum ferðsuóhappi dagin fyri (eingin kom til skaða), sum gjørdi, at næmingarnir tosaðu nógv um ferðsluóhapp, deildu sínar egnu søgur og tosaðu um løgfrøðiliga partin, um hvør hevur ábyrgd av óhappinum o.s.fr. Tá tosað varð um hetta evni broyttist málið eisini, og tey brúktu færri ungdómsorð og orð sett í samband við bilar og ferðslulóg koma oftari fyri.

Sjálvupptøka er eitt lítið brúkt háttalag í Føroyum, og tí var áhugavert at kanna, hvussu væl hetta háttalagið røkkur endamálinum um at minka um ávirkanina av eygleiðaraandsøgnini. Metingin hjá mær var, at háttalagið rakk sínum endamálið til fulnar. Í teimum brotunum í upptøkuni, har heimidankvinnan tosaði um upptakaran og tí var tilvitað um, at hon var upptikin, sást, at heimildarkvinnan varð meira ávirkað av, hvønn hon tosaði, enn av vitanini um at hon varð upptikin. Eitt lítið brot har eg tosi við heimildarkvinnuna fyrst í upptøkuni, og tá sæst, at hon ansar betur eftir hvussu hon tosar, tá ið eg eri til staðar, enn tá ið hon tosar um at hon verður upptikin.

 

 Gunnvør Hoydal Brimnes

bottom of page