top of page
Billede af Miguel Henriques

KjakKlubbin

Um okkum

KjakKlubbin er lestrarfelagsskapur, ið er stovnaður við tí fyri eyga at menna kjakmentanina millum tey lesandi.

KjakKlubbin miðar eftir at skapa eitt sosialt umhvørvi, har lesandi engasjera seg í áhugaverdum og viðkomandi evnum við kritiskari hugsan í mentu. Evnini, ið vit seta á breddan, hava aktualitet og hava almennan áhuga. Tað veri seg alt frá avbjóðingunum við talgildum viti til politisku spenningarnar millum USA og Kina, javnstøðutrupulleikar og eitt nú umhvørvisavbjóðingar hjá smátjóðum.

 

Hetta gera vit millum annað við at skipa fyri pallborðskjaki, seminarum og útferðum. Vit fara at bjóða serfrøðingum at siga frá sínum sjónarhorni, fyri síðani at lata upp fyri fleiri sjónarmiðum.

 

Sum limur í KjakKlubbanum fært tú hands-on experience við samskipan, PR og øðrum, sum tú kann nýta í tínum komandi arbeiðslívi. Harumframt verður tú partur av einum sosialum umhvørvi við kjakáhuga sum felagsnevnara.

 

KjakKlubbin

Ynskir tú at gerast limur í KjakKlubbanum?

Tekna teg her:

Takk fyri!

bottom of page